Á hesum síðum finnur tú upplýsingar um fiskitúrar, gongutúrar, busstúrar, siglitúrar, rógvitúrar og Føroyakvøld. Gongutúrar verða eftir gomlu varðagøtunum millum bygdirnar í Suðuroynni hvønn leygardag í tíðarskeiðnum 16. mai til 15. august 2009. Bussur fer av Krambatanga kl. 9 eftir at Smyril er komin úr Tórshavn og heintar fólk frá Kunningarstovunum í Vági og á Tvøroyri. Les meira. Nakrar av síðunum eru í gerð, haldið okkum til góðar. Faldari er her á síðuni, hann er tó ikki heilt nýggjur og prísirnir eru ikki galdandi longur. Nakrir túrar sum verða lýstir í faldaranum verða heldur ikki bjóðaðir út í løtuni. Spyr á Kunningarstovuni. |